Føroyski landsliðsleikarin, Jónas Gunnarsson Djurhuus, flytir til Noregs at spæla hondbólt eftir nýggjár.
Spælskiparin, ið hevur verið hálvtannað ár í danska felagnum, HØJ, hevur í dag skrivað sáttmála við Viking Stavanger, ið spælir í næstfremstu norsku deildini.
-Eg fekk ikki tann leiklutin í HØJ, sum eg kundi ynskt mær, so nú fari eg at royna hetta, sigur føroyski spælskiparin, ið gleðir seg at spæla saman við Kjartani Johansen og Helga H. Hoydal, ið frammundan eru í norska felagnum.
Tað er ikki av tilvild at Viking Stavanger hevur fingið sær enn ein føroying í hópin, tí ein í ítrottarligu leiðsluni í Viking var hjálparvenjari hjá Noregi til U21-HM í Algeria, og har sá hann styrkina hjá føroysku leikarunum.
Jónas Gunnarsson Djurhuus vísti seg eisini serliga væl fram í landsdystinum í Montenegro í oktober, og onnur útlendsk feløg sýndu eisini áhuga fyri kvika føroyinginum. Millum annað hevur hann verið til royndarvenjing í Tjekkia, men at enda fall valið á føroyingavinaliga felagið í Stavanger.
Sáttmálin er galdandi til kappingarársenda, og síðani verður støða tikin til um nýggja samstarvið heldur fram, greiðir Jónas Gunnarsson Djurhuus frá.