Liðskiparin hjá AB var næstan grátiferdigur, tá hann var vístur av vølli í dystinum millum KÍ og AB, sum endaði við javnleiki 1-1. - Tað vóru nøkur ógvuliga tung fet at ganga av vøllinum, segði Jónas Stenberg, sum fekk sína fyrstu útvísing nakrantíð, eftir tí hann minnist. Hann helt avgjørt ikki, at talan var um reytt kort, men heldur um eina tilvildarliga støðu, har Kristoffur Jacobsen hjá KÍ dettur.
Tróndur Arge tosaði eisini við nýggja venjaran hjá KÍ, Eyðun Klakstein, sum ikki vildi gera ov ógvusligar broytingar á liðnum. Tróndur Arge fekk eisini orðið á Sámal Erik Hentze, venjara hjá AB, sum var munandi meira fegin um javnleikin, sum AB bjargaði sær í evstu løtu av dystinum. Sámal Erik Hentze leggur upp til, at tað eru tvey pláss á AB-liðnum, sum mugu betrast, men hann vildi ikki siga hvørji.
Ì ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra hvat Eyðun Klakstein, Sámal Erik Hentze og Jónas Stenberg søgdu við Trónd Arge í sendingini "3. hálvleikur" á Rás2.