Sambært heimasíðuni hjá fótbóltsliðnum Crewe Alexandria í Onglandi sleppur, Jónas Þór Næs, sum royndarvenur har, at venja við felagnum í ein viku afturat, áðrenn endalig støða verður tikin um lagnu hansara í Crewe.
Jónas Þór Næs hevur spælt ein hálvleik í venjingardysti fyri felagið, og venjararnir vilja síggja meira frá føroyska landsliðsleikaranum.
Crewe spælir í fjórðbestu ensku deildini.