Jónas og teir skikka sær best

Frem er tað felagið í næstbestu donsku deildini, sum hevur skikkað sær best í hesum kappingarárinum. Ein uppgerð yvir gul og reyð kort vísir, at Fram hevur fingið 21 gul og einki reytt, og tað er lægsta talið av kortum hjá teimum 16 feløgunum. Í hinum endanum liggur botnliðið AB, sum hevur fingið 46 gul kort í teimum 22 dystunum, sum eru spældir higartil. Skjold hevur fingið flest reyð kort, fýra, meðan felagið hjá Andrew av Fløtum, Fremad Amager, hevur fingið fýra reyð kort og 32 gul, og tað gevur eina støðu mitt í rokanum.