Jónas millum teir bestu

Høgri vongverjin hjá Vali er kosin at vera bestur á sínum plássi í fyrru helvt av landskappingini

Íslendingar gera nógv burturúr hagtølum í fótbólti. Eitt nú fáa spælararnir karakter eftir hvønn einasta dyst. Tá ið Valur týskvøldið tapti 3-2 á Hafnafirði fingu allir teir føroysku spælararnir hjá Vali eitt 6 tal, sum er umleið miðal.

Tað eru 22 umfør í íslendsku landskappingini, og tá ið Valur var í Hafnafirði var talan um 12. umfar. Eftri 11. umfar, tá ið kappingin var hálvrunnin, settu íslendsku miðlarnir eitt lið við teimum ellivu, sum teir mettu hava staðið seg best higartil í kappingini.

Millum hesar var Jónas Þór Næs, sum varð mettur at vera besta høgri vongverji. Skoðsmálið, sum hann fekk í sjónvarpsrásini Støð 2 og eisini á samkomu, sum fótbóltssambandi, KSÍ, skipaði fyri, tá ið liðið varð kunngjørt og gávur handaðar, var, at hann hevði verið sera støðugur í sínum spæli, og at hann ikki hevði gjørt mistøk.

Saman við Jónasi vóru tveir aðrir úr Vali – tveir miðvallarspælarar – á hesum liðnum. KR átti fimm spælarar á liðnum.