Danska 1. deildarfelagið Frem spælir í kvøld útsettan dyst ímóti Skjold. Frem liggur nummar 9 í næstbestu donsku deildini, meðan Skjold er nummar 15 og næstaftast. Tríggir føroyskir spælarar eru við í hópinum hjá Frem, men seinastu dystirnar hevur bert høgri bakkur Jónas Tór Næss verið á vøllinum til dyst. Frem byrjaði seinnu helvt av kappingini við fleiri sigrum, men seinastu umførini hava teir tapt. Umráðandi er, at teir vinna dystin ímóti Skjold, sum verður spældur í kvøld kl. 17.30.