Jónas leingir við HØJ

Jónas Gunnarsson Djurhuus hevur gjørt nýggja avtalu við danska felagið HØJ

Føroyski spælskiparin, Jónas Gunnarsson Djurhuus, hevur seinasta árið spælt við danska 1. deildarfelagnum HØJ úr Ølstykke.

Spælitíðin hjá hoyvíkinginum var sera skiftandi farna kappingarár, men móti endanum av kappingini lukkaðust fleiri dystir væl hjá honum.

 

Tí hevur fyrrverandi U21-leikarin nú valt at leingja avtaluna hjá sær við felagið, so hon er galdandi fyri komandi kappingarár eisini.

Í stuttari viðmerking sigur spælskiparin við In.fo, at hann hevur tað gott í felagnum og er spentur til komandi kappingarár