Jónas Johnsson, Kollafirði: Er skatturin ov høgur?

Sambandsmaðurin Bárður Nielsen setti spurningin í Dimmu 8/1. Populistiskur! Tí øll svara ja sum við mjólkini hjá Leo, ið við handilsnøs er vísur í samhugað, tá hann setir mjólk og barnafamiljur saman. Bárður hevur tó fatur í nøkrum. Tí tað er als ikki hugaligt at arbeiða yvir og bert fáa stívan 1/3 í lumman. Eg síggi eisini vinning í bruttoskatti, men ásanni samstundis, at varsemi má vera ið mótvirkar galopperandi stættarójavnum. Ynskir Bárður teir? Hann vísti jú ikki á nakað fyrilit og nevndi onga óynskta avleiðing.

Í grindahøpi eru rakstrarróp ætlað at fáa gongd á grindina - og í politikki fyri øktum veljaratekki. Hann nevnir eitt nú ikki býtið land/kommuna? Siga vit fast býti, tá verður kommunala sjálvræðið skert, og siga vit valmøguleikar sjálv at áseta kommunuskattin, seta kommunurnar hann til tað mest loyvda, fyri at fáa sum mest í sín part - bæði model virka tí til sama prosent. Einki skil verður í, men bert rok.

Hugleiðingar um stigmunir
At progressivi skattastigin stigvíst linkast er fínt, men tað loysir ikki spurningin um trýstið á síðst vunnu krónurnar. Øll skulu vera líka fyri lógini? Lógir sundirliðað fólkið og øll hava heldur ikki somu heilsuligu- ella aldursligu fyritreytir. Men øll frísk í góðum árum fáa heldur ikki somu kor. Niðast er eitt serliga grelt og órættvíst avgjaldsdømi. Hóast fiskimenn fáa serligan skattalætta, so er ørindið mítt at nevna tað ikki at avtakað hann. Eg nevni hann bert fyri at sýna lønhæddaravgjaldið í sambandi við almenna skattliga mismunin, ið sæst grellast við at leggja skattalættarnar hjá sjómonnunum og eykagjøldini saman.

Fiskafólk og bruttuskattur av eykað innsatsi
Tá nú skattlig sundurliðing kortini er kunnu vit venda aftur til bruttoskattin. Tað gav meining fyri fiskafólk og landspolitiskt, um arbeiðsfólk á flakavirkum, kryvjivirkum, frystivirkum, fiskagoymslum, niðursjóvingarvirkum og í egningarskúrum v.fl., kundu fingið bruttoskatt, t.d. 35% av teimum tímunum, sum eru út um t.d. 120 pr. kalendaramánað. Onnur, sum ikki hava fast arbeiði har, kundu fingið sømdina longu frá 1. tíma upp til eitt ásett mark! Hesi onnur eru nøkur, sum antin ikki eru komin á arbeiðsmarknaðin vegna aldur/brek ella eru farin av marknaðinum. Leisturin skuldi eisini verið legaliseraður sum hjáputur til hvønn sum helst. Tvs. upp til ávísar t/mð, kundu øll valt at komi undir 35% skipanina av brutto, og tá fingið yvir 2/3 út, á ávísum virkjum, ið høvdu certifikatið til tess. Hetta er jú fyri eykað innsats!! Tað hevði verðið góður fiskivinnupolitikkur, ikki av trýsti, men av skilvísari motivering at hjúkla um tilgongdina. Minni óvirkaður fiskur fór av landinum og fiskaarbeiði fekk eitt image sítt sett upp - og fólk sluppu undan at verðið hildin fyri spott afturfyri at arbeiða eykað!

Neyðugt varð nokk, at hvørt virki eftir kendum fyritreytum søkti Fíggjarmálaráðið eftir loyvi. Politikkurin hevði hjálpt munandi at arbeitt fiskatopparnar við føroyskari arbeiðsmegi - og avmarkað útlendska. Útlendingar skulu hava somu sømdir tá fiskurin svíkir! Men vit síggja t.d. at arbeiðsgevarar í Danmark frávelja útlendingar, tá ið nóg mikið er av arbeiðsorku. Og føroyingar verða neyvan frægari í slíkari støðu.

Onki skil er í lønhæddaravgjaldinum
Sjálvstøðug rinda 2_ % eykað av hvørjari krónu, tí fyrstu og síðstu. Líkamikið um fyritøkan er stór ella einmans. Um hon forvinnur minni enn arbeiðaraløn broytir onki. Eg kenni onga grundgeving og skilji einki. Lønhæddaravgjaldið eigir at avtakast alt fyri eitt fyri privatfólk! Grundleggjandi meini eg, at politikarar eru settir at sundurliða og velja loysnir. Tað er teirra arbeiði at fyrireika tær og síðani at taka avgerðir. Teir skulu tora at siga ja og nei. Viðhvørt er ein loysn líka fyri øll og viðhvørt ikki. Miseydnaðar differentieringar, antin rakandi ávísar persónar órættvíst ella skaðiligar fyri alt landið, eiga sjálvandi at avtakst alt fyri eitt.