Jónas gevst í Frem

Jónas Tór Næs heldur ikki fram í danska 1. deildarfelagnum Frem, tá ið sáttmálin gongur út við árslok. Jónas fekk í summar eitt tilboð frá Frem um at skriva nýggjan sáttmála, men hann var ikki nøgdur við tilboðið og takkaði nei. Síðani spældi hann tríggjar dystir á liðnum, áðrenn hann varð settur av, og hann hevur als ikki verið upp á tal síðani, hóast hann undan vrakaði tilboðnum var fastur maður á liðnum.- Eg leiti mær nú eftir einum nýggjum felag, og eg ætli mær at halda fram at spæla í Danmark. Ætlanin er ikki at koma heim til Føroya at spæla, hóast tað ongantíð ber til at útiloka nakað, sigur Jónas Tór Næs.