Bert ein føroyingar var við á liðnum hjá Viking Stavanger í dag í heimadystinum ímóti Lillestrøm. Jónas G. Djurhuus hevur verið eyðsýndur spælari hjá Viking Stavanger síðani hann skifti úr HØJ til Viking Stavanger, ið spælir í næstbestu norsku hondbóltsdeildini.
Viking Stavanger tapti 28-31. Í steðginum var Lillestrøm á odda 17-15. Kortini gekk persónliga væl hjá Jónasi G. Djurhuus sum skoraði seks mál fyri Viking Stavanger í dag. Jónas gjørdist deildur toppskjútti saman við unga norska A-landsliðsspælaranum, Alexander Blonz og Hermann Gjekstad.
Viking Stavanger hevur trý stig upp til triðja plássið, ið gevur rætt til at spæla upp og niðurflytingardystir ímóti liðnum sum endar triðaftast í bestu hondbóltsdeildini.
Komandi leygardag spælir Viking Stavanger á útivølli ímóti Sandefjord.
Støðan: (haandball.no)
Nr | Lið | D | stig |
---|---|---|---|
1 | St.Hallvard | 18 | 31 |
2 | Nøtterøy | 18 | 25 |
3 | Follo | 18 | 22 |
4 | Sandefjord | 18 | 22 |
5 | Sandnes | 18 | 22 |
6 | Charlottenlund | 18 | 22 |
7 | Viking | 17 | 19 |
8 | Viking TIF | 18 | 18 |
9 | Lillestrøm | 18 | 16 |
10 | HK Herulf Moss | 18 | 9 |
11 | Oslo-Studentenes IK | 17 | 8 |
12 | Vålerenga | 18 | 0 |