Jónas í eldin í kvøld

Leygardagin var fyrsti dysturin í ársins landskapping í íslendskum fótbólti. Tveir føroyingar eru í íslendskum feløgum. Í gjár var Víkingur í Ólafsvík á heimavølli ímóti Fram úr Reykjavík. Gestirnir vunnu 2-1. Hetta var fyrsti dysturin hjá Víkingi í fremstu deildini.

 

Karl Løkin fór fríggjadagin til Íslands, har hann nú er sáttmálabundin í Víkingi. Karl vandi leygardagin eina løtu við nýggju liðfeløgunum, og hann var á beinkinum alla tíðina í gjár.

 

Í kvøld verður grannauppgerð í Reykjavík millum Fylkir og Val. Venjarin er nýggjur í Vali, og nógvar útskiftingar hava verið. Føroyski landsliðssspælarin Jónas þór Næs er framvegis í Vali. Hann telist nú millum teir við flest royndum í Vali, og tað er sannlíkt, at hann í kvøld verður á høgra vongverjanum.