Jóna Højgaard er ættað av Regni á Toftum, men hevur seinastu mongu árini búð í Havn. Hon hevur áður havt framsýning bæði uttanlands og i Føroyum.
Hon er útbúgvin námsfrøðingur við list sum høvuðsgrein, og var tað í hesum sambandi, at hon av álvara fór undir at mála.
Tað er serliga dýpdin í náttúruni, sum hugtekur hana, og sum hon roynir at fáa fram í sínum málningum. Hon er hugtikin av tí ráa og óspilta í náttúruni og serliga tí trídimensionella í náttúruni. Hetta síðsta er tað sum fólk flest kenna hennara verk fyri.
Ferniseringin er frá klokkan 14 til 17 mánadagin. Framsýningin heldur fram til og við 18. mai, og er opin allar gerandisdagar millum 9 -16.