Jóna Vang 65 ár

Hósdagin 2. august verður Jóna Vang, Jónas Broncksgøta 27, Tórshavn 65 ár.

Jóna er fødd í Mikladali, og har átti hon barndómsárini. Foreldur hennara, Maria uppi í Tungu og Absalon hjá Janusi, seinna navn Østerø, vóru bæði úr Mikladali.

Í Rossalið var fjálga heim teirra, 6 vóru tey í systkinaflokkinum: Jens Jón (sum doyði í 1993), Herdis, Jóna, Trygvi, Jóannes (sum doyði í 2006) og Osla, hon er einasta í flokkinum, sum búsettist í heimbygdini.

Jóna fór á ungum árum til Klaksvíkar at læra at seyma hjá Hedvig Sørensen og síðani fer hon í læru hjá Júst Lindberg, skraddarameistara í Havn, og verður útbúgvin skaraddari. Í hesum tíðarskeiði er hon eisini á skeiði í Keypmannahavn.

Tað má væl sannast, at væl kom burturúr Havnarferðini. Eitt er at Jóna bleiv Havnarkona. Jóna og Steingrim settu búgv í einum hugnaligum króki mitt í Vaktarhúsbrekku móti vestri – her búleikaðust tey við dóttrini Súsonnu, sum nú býr í Keypmannahavn - higartil eru barnabørnini 3 í tali.

Í forskúlanum á St. Frantsskúlanum hevur Jóna røkt sín góða lut í langt áramál, óneyðugt er at leggja aftrat, at neyvan sært tú hana sita við tómum hondum. Skapanarlindið og kynstrið at seyma og evna til føroyskan búna er frammaliga í hennara hondum, tí er einki løgi í tí, at hon eisini er kgl. leverandør av føroyskum klæðum til til onkran prinsins.

Umframt á heimafronti er Jóna ótrúligi styrkurin hjá fráhaldsrørsluni og við MFS, fráhaldsfelagnum í Mikladali sum grundvølli, er hon teirra millum, sum mynda fráhaldsrørsluna í Føroyum í nýggjari tíð í landsnevnd og ikki at gloyma Havnarlosju. Her hevur Jóna sett síni spor við frítíðarvirksminum millum tey ungu í ártíggir.

Heimbygdin Mikladalur hevur altíð átt sterkan lut í hondum hennara, hennara fría, fróða og lívsjáttandi lyndi.

Føðingardagin heldur hon hóskvøldið saman við við familjuni, vinum og kenningum í Losjuni í Havn við Tinghúsvegin.

jl