Jóna Rasmussen sýnir fram í Galerie Focus

Fríggjadagin klokkan 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Jónu Rasmussen upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn.

Jóna Rasmussen er grafikari og listamálari og hevur síðan 1991 sýnt fram í Føroyum, Danmark og aðra staðni. Fyrstu serframsýningina hevði hon í Listaskálanum í 1999.

Íblásturin til myndirnar fær hon millum annað úr náttúruni, frá sjómanslívinum og frá tónleiki.

– Elementið er ofta vatn og hon ger eisini abstraktar myndir. Tann svart/hvíti grafikkurin stendur sterkur, men eisini grafikkur og málningar í litum, ofta í bláum og turkis, standa sterkir við hennara sermerktu strokum, skrivar Gallerie Focus í tíðindaskrivi.

##med2##

Jóna Rasmussen, sum er fødd í 1946, er ein fjølbroytt listakvinna. Hon málar og granskar alskyns grafiska tøkni. At tað, ið Jóna Rasmussen letur úr hondum, er latið í nógvar ólíkar listabúnar, ber boð um eina listakvinnu, sum ikki hevur hug altíð at standa í sama staði, men verður nú sum fyrr drivin av forvitni og ævintýrhugi.

Verkini eru mangan arbeidd sum røðir av slíkum myndum, har broytingar sipa til ringrørslur, og reikandi formar teirra menna seg alsamt. Komnir aftur til upprunan eru teir vorðnir øðrvísi. Eins og menniskjað í samfelagnum broytist gjøgnum upplivingar, samstundis sum at lívið endurtekur seg í dagar, ár, ættarlið og tíðarskeið, skrivar listasøgufrøðingurin: Eva Furseth í innganginum til bókina um Jónu Rasmussen.

##med3##

– Jóna gevur smálutunum ans, samstundis sum hon hevur yvirskot til heildina. Hon meistrar alla grafiska tøkni, umframt hetta er hon ein habilur listamálari. Hon hevur í nógv ár verið primus motor á grafisku deildini á Tórshavnar Listaskúla, sum er undir kvøldskúlaskipanini í Tórshavnar Kommunu. Nógvir næmingar fáa har gleði av hennara serkunnleika. Jóna er sjálvlærd, men hevur nógv skeið, skrivar Gallerie Focus.

»Kvirran í sinninum og náttúruni er virðismikil fyri okkum menniskju. Í kvirruni er Gud nær hjá børnum sínum og gevur tí troytta hvíld. Soleiðis treingist listin hjá Jónu eisini tí andaliga heiminum.«

Úr røðu, Oggi Lamhauge helt í Glyvra kirkju, tann 12. juni 2011.

Framsýningin er opin til 16. mai: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18, eisini er opið eftir avtalu.