Frá 5. februar til 13. mars verður listakvinnan Jóna Rasmussen í Listaskálanum.
Á framsýningini verða alskyns grafikkur, málningar og installatiónir at síggja.
Listasavnið gevur samstundis út bók um listakvinnuna, sum listfrøðingurin Eva Furseth hevur skrivað.
Bókin er á føroyskum, norskum og enskum.
Jóna Rasmussen er ein fjølbroytt listakvinna. Hon málar og granskar alskyns
grafiska tøkni.
At tað, ið Jóna Rasmussen letur úr hondum, er latið í nógvar ólíkar listabúnar, ber boð um eina listakvinnu, sum ikki hevur hug altíð at standa í sama staði, men verður nú sum fyrr drivin av forvitni og ævintýrhugi. Verkini eru mangan arbeidd sum røðir av slíkum myndum, har broytingar sipa til ringrørslur, og reikandi formar teirra menna seg alsamt.
Martin Næs, stýrisformaður Listasavns Føroya, letur framsýningina upp.
Og Sigrið Rasmussen fer at syngja.