Jóna og Randi leiða korona-deildina

Vit hava vitjað á korona-deildini á Landssjúkrahúsinum, og í hesi greinini verður greitt frá, hvussu deildin varð skipað.

 

 

Sosialurin hevur vitjað á korona-deildini, sum er skipað á B7 á Landssjúkrahúsinum, og her hittu vit deildarleiðaran, Jónu Sigmundardóttir og varaleiðaran, Randi Borðoy, ið annars er varaleiðari á P50, sum er ambulant psykiatri.

Vanliga er B7 ein neurologisk deild, sum eitt nú tekur sær av fólki við blóðtøppi í heilanum ella heilabløðing, og tað er her, at Jóna Sigmundardóttir er leiðari.

- Tá korona-trupulleikin eftir lítlari og ongari tíð eisini kom tætt upp á okkum her heima í Føroyum, tók sjúkrahúsleiðslan eisini spurningin upp, hvussu vit innanhýsis kundu skipa okkum best á Landssjúkrahúsinum. Neyðugt varð at finna út av, hvar henda deild fysiskt skuldi verða, og hvussu ein korona-deild kundi skipast.

Jóna Sigmundardóttir sigur, at tá tað gjørdist greitt, at korona-deildin skuldi skipast á B7, stóð henni eisini í boði at gerast leiðari fyri deildini, og síðan skuldi finnast út av, hvussu deildin skuldi mannast, og hvør skuldi manna deildina.

- Teir sjúklingar, sum annars høvdu komið á neurologisku deild, sum nú er korona-deild, fara nú á B6 ella B8, og soleiðis hevur B7 nú eina heilt aðra og øðrvísi funktión, enn deildin hevði áður.

Deildarleiðarin vísir á, at tá korona-deildin varð staðsett, skuldi sjálvsagt eisini finnast út av, hvør skuldi arbeiða á deildini, og her vórðu nøkur starvsfólk soldað frá av ymiskum orsøkum.

- Hjá onkrum, sum áður var á B7, bar ikki til at arbeiða, soleiðis sum vaktirnar nú eru skipaðar, og hjá øðrum kundi talan vera um aldur, heilsu ella barnsburð. Vit vóru 22 sjúkrarøktarfrøðingar á neurologisku deild og tær, sum ikki eru her nú, eru partvís á B6 og B8. Vit eru nú níggju eftir av 22, og haraftrat hava vit fingið fólk av øðrum deildum.

Jóna Sigmundardóttir sigur, at korona-deildin er skipað í fimm toymi við fimm sjúkrarøktarfrøðingum í hvørjum toymi, og hvørt toymi arbeiðir í 12 tímar tvær fylglandi vaktir, og síðan hevur toymið frí í nakrar dagar.

Aftrat toyminum eru so leiðari og varaleiðari.

- At arbeiða á nýggju korona-deildini er stórt inntriv í arbeiðslívið og privatlívið hjá starvsfólkunum. Vikan er kanska ikki vorðin longri hjá øllum, men tað veldst um, hvussu arbeiðstíðin var frammanundan. Umframt fylgjandi vaktirnar á 12 tímar, arbeiða toymini eisini tvær vaktir á 12 tímar annaðhvørt vikuskifti.

Deildarleiðarin vísir á, at toymini eru skipað soleiðis fyri í best møguligan mun at byrgja upp fyri smittuspjaðing, um illa vildi til. Eingin, sum arbeiðir á korona-deildini, kann býta um við aðra, og starvsfólkini her skulu ikki arbeiða nakra aðrastaðni.

- Eisini í privatlívinum eru sjúkrarøktarfrøðingarnir á deildini skerdar, tí tær noyðast at taka øll neyðug fyrivarni í samband við møguligan smittuvanda. Vit kunnu siga, at okkara starvsfólk eru meira útsett enn nakar annar við tað, at tey hava við korona-sjúklingar at gera. Tað merkir, at hesi fólk - umframt at vera til arbeiðis - eru heima við hús, har eingin annar enn húsfólkini koma á gátt, sigur hon.

Jóna Sigmundardóttir vísir á, at á sjálvari korona-deildini, sum er ein viðgerðardeild, eru fýra stovur við plássi fyri tveimum sjúklingum á hvørjari stovu. Soleiðis eru átta seingjarpláss á deildini.

- Umframt hesi átta plássini, hava vit eisini trý pláss til fólk, sum koma, tí tey hava sjúkutekin, sum benda á, at tey kunnu hava korona-smittu. Hesi koma beint upp á deildina, har tey verða kannað og viðgjørd í mun til teirra tørv. Tey vera so á deildini, til svarið upp á korona-royndina fyriliggur.

Jóna Sigmundardóttir vísir á, at um fólk, sum hava verið á deildini til kanningar, fáa staðfest korona-smittu, verður mett um, hvørt tey hava tørv á innlegging ella ei. Er ikki neyðugt við innlegging, verða fólk útskrivað og koyrd heim í sóttarhald.

Sum nevnt, er Randi Borðoy varaleiðari á korona-deildini, og hon var ikki í iva, tá møguleikin beyðst henni at taka við varaleiðarastarvinum á hesi serdeild. - Nei, hetta ræddi meg ikki, og eg vildi gjarna taka við hesi avbjóðing, sigur hon.

Sjálv sigur Jóna Sigmundardóttir, at hon heldur ikki var í iva um møguleikan at standa á odda fyri korona-deildini.

- Vit hava ofta havt sjúklingar á deildini við ymiskum infektiónum, og tað hevur ikki verið óvanligt at arbeiða við verjuútgerð. Munurin nú er, at vit arbeiða við verju alla tíðina, tí allir sjúklingar, sum koma her á seingjardeildina, hava korona-smittu.

Deildarleiðarin vísir á, at korona-deildin hevur andingartól av ymiskum slagi, sum vanliga verða brúkt til sjúklingar við lungnatrupulleikum, men verður tað soleiðis, at korona-sjúklingar fáa tørv á respiratori, verða tey flutt á intensiva deild.

Í VikuskiftisSosialinum í dag er ein størri samrøða við Jónu Sigmundardóttir og Randi Borðoy um, hvussu tað higartil hevur gingist á korona-deildini á Landssjúkrahúsinum.

##med2##