Jóna Mortensen undir trýsti

- Seinastu dagarnar er sonn herferð førd móti mær, og tað er órættvíst, tí eg kann ikki sum einstaklingur gera meira, sigur Jona Mortensen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin

Upp undir løgtingsvalið skrivaði sambandskvinnan Jóna Mortensen bæði í bløðunum á Facebook síðu upp og síðu niður um at virka fyri betri umstøðum hjá teimum gomlu og teimum veiku.
Men eftir at samgongan varð skipað, hoyrdist ikki so nógv frá Jónu Mortensen, og tá so samgonguskjalið varð almannakunngjørt við flatskatti og øðrum, vórðu ill eygu vend móti henni.
- Eingin trýr, hvussu nógvum ágangi eg havi verið fyri. Tey hava díkt eina ábreiðslu fyri og aðra eftir oman yvir meg, sigur Jóna Mortensen, sum hevur strikað sín profil á Facebook. Har ætlar hon sær ongantíð aftur at vera.
Hon heldur tað vra nógv fyri, at so nógv fólk skulu leggja eftir henni og minna á vallyftini. Eingin annar í samgonguni hevur verið fyri tí sama, og tað kemur helst av, at hon er seinast valda av øllum í samgonguni, heldur hon.
Jóna Mortensen hevur umhugsað at sagt løgtinginum farvæl, men tað ger hon ikki kortini.
- Fari eg út, fái eg í hvussu er einki gjørt. Innan fyri kann eg royna at ávirka, sigur Jóna Mortensen, sum kemur við uppskoti um at hjálpa orðblindum.
- Skuldi eg langað nevan í borðið, kom onkur við viðareiðisvegnum, og onnur við øðrum, sigur Jóna Mortensen.