Jóna í Listaskálanum

Í morgin letur upp listaframsýning hjá Jónu Rasmussen í Listaskálnum í Havn

Á framsýningini verða al­­skyns gra­­f­ikkur, máln­ing­ar og in­­stall­­a­­tió­nir at síggja. Lista­savn­ið gev­ur sam­stund­is út bók um list­a­­kvinn­­una, sum list­frøð­ing­­ur­in Eva Fur­seth hev­ur skriv­að. Bókin er á før­oys­k­um, norskum og enskum.

Jóna Rasmussen (f. 1946) er ein fjølbroytt listakvinna. Hon málar og granskar al­skyns graf­iska tøkni. At tað, ið Jóna Ras­muss­en letur úr hond­um, er latið í nógvar ó­líkar listabúnar, ber boð um eina listakvinnu, sum ikki hevur hug altíð at standa í sama staði, men verður nú sum fyrr drivin av forvitni og ævintýrhugi. Verkini eru mangan arbeidd sum røðir av slíkum myndum, har broytingar sipa til ring­rørslur, og reikandi formar teirra menna seg alsamt. Komnir aftur til upprunan eru teir vorðnir øðrvísi. Eins og menniskjað í sam­fel­ag­num broyt­ist gjøgn­um uppliv­ing­ar, sam­stund­is sum at lív­ið end­ur­tekur seg í dagar, ár, ætt­ar­lið og tíð­ar­skeið. Tað ekspressiva í verk­u­num rennur saman við ein fín­lig­an sans fyri tí einfalda og nær­um minimalistiska. Mynd­evn­ini verða skorin inn á bein, sam­stund­is sum hon varð­ar um tað sans­a­liga og á­bend­andi. Júst sam­spæl­ið mill­um teir ætl­andi pól­ar­nar gevur eina hug­lags­mett­aða upp­liv­ing. Jóna Ras­mus­sen hev­ur frá fyrst­an­tíð havt eina serstaka mynd­søgn og verið eitt av list­a­fólk­u­num, sum settu fyri­dømi í før­oysk­ari list.

Martin Næs, stýr­is­for­mað­ur List­a­savns Før­oya, let­ur fram­sýn­ing­ina upp. Sigrið Ras­mussen luttekur við sangi.