Jóna Joensen farin

Hósdagin 14. desember 2006 andaðist Jóna Joensen í Havn, 89 ára gomul.

Jóna á Dalavegnum, sum hon eisini varð nevnd, var fødd í Klaksvík 6. januar 1917. Foreldrini vóru Maria, f. Nicolaisen, nevnd Maria hjá Conrad, úr Havn, og Jóhannes Joensen, hann var ættaður av Selatrað og vaks upp á Trøllanesi, vanliga nevndur Jóhannes á Nesi.
 
Tey fingu tilsamans seks børn, og Jóna var yngst. Trý av teimum doyðu sum smá.
Elstur var Jógvan (doyði sum 5-6 ára gamal), Conrad (doyði sum nýføðingur),  Conrad (1907-2001), Jóna (doyði sum 5 ára gomul) Sigurd (1910-2003),
og Jóna (1917-2006).  
 
Familjan búði í Havn til 1914, tá tey fluttu til Mikladals, har tey búðu í trý ár. Síðan búðu tey í Klaksvík til einaferð í 40-unum, tá tey fluttu aftur til Havnar.
 
Tey trý systkini: Conrad Joensen, Sigurd Berghamar og Jóna Joensen búsettust øll við Dalavegin í Havn og vóru næstu grannar.
 
Jóna var ein sermerkt kvinna - altíð blíð og fyrikomandi og vísti stóra umsorgan fyri øðrum. Hon var ógvuliga líkatil og vælmeint, hevði eitt Guds orð til øll, hon kom á tal við, uttan mun til hvør tað var.
 
Hóast Jóna var ógift og búði í egnum húsum, var hon ongantíð einsamøll. Hon hevði t.d. ungfólk búgvandi, sum komu av bygd at ganga í skúla í Havn. Hetta gjørdist í mongum føri til vinskap fyri lívið.
 
Jóna var ein hollur stuðul í samkomuni í Ebenezer, bæði í sambandi við sunnudagsskúlan og í aðrar mátar. Hon hevði í mong ár avgreiðsluna av blaðnum "Sunnudagsskúlin" um hendur. Blaðið kom út hvørja viku og skuldi sendast kring landið. 
 
Hennara lívsstarv varð á Føroya Vanlukkutrygging. Eisini har vísti hon trúfesti og arbeiddi har, til hon fór frá fyri aldur.
 
Seinastu árini búði Jóna á Lágargarði. Tað sermerkta við hesum var, at ta einu tíðina búðu øll systkini, Conrad, Sigurd og Jóna á somu deild á Lágargarði. Hetta er helst eindømi. Øll náddu tey høgan aldur, Conrad og Sigurd fóru báðir væl upp um 90, og nú er Jóna farin sum tann seinasta av systkjunum.
 
 
Myndatekstur:
 
Tey trý systkini: Sigurd Berghamar (1910-2003), Jóna Joensen (1917-2006) og Conrad Joensen (1907-2001)