Tað gingu nakrir tímar, til familjan í Føroyum fekk samband við Jónu, ið hevur tað gott.
Jóna fór úr Føroyum 19. august í fjør. Saman við øðrum er hon send út frá trúboðanarfelagsskapinum OM (Operation Mobilisiation) til Santiago, har tey m.a. arbeiða á barnaheimum, umframt at tey fáa undirvísing í mentan og sponskum.
Jóna kemur eftir ætlan heim aftur úr Chile í juni.










