Spennandi tiltak í Norðurlandahúsinum Búi Dam, tónleikur
Høgni Magnussen, myndlist
Jóna K. Thomsen, dansur
Týsdagin 6. november 2007 kl. 19:30
Mikudagin 7. november 2007 kl. 19:30
Atgongumerki 100 kr.
Jóna K. Thomsen
Í stykkinum ´Rættar linjur´ verða tankar um menniskja og normar lýstir við samantvinning av koregorafi og búnum, ljósi og ljóði. Útgangspunktið fyri tí koreografiska materialinum eru beinar linjur, boygdar linjur og brotnar linjur og tekur lýsingin støði í at visualisera samanspælið millum menniskja og normin heldur enn at lýsa hann sum eina kenslu. Tað er tann visuella heildarupplivingin við dansi sum høvuðsmiðil, ið høvuðsdentur er lagdur á.
Búi Dam
Ein devul og tveir einglar
?Eg eri ljótur sum arvasyndin, tí má eg hava tveir vakrar einglar við mína lið, tá eg fari á pall ?Soleiðis sigur Búi Dam um frammførslurnar 7. og 8.nov. ? Allir einglarnir her á jørð eru kvinnuligir og eg havi leitað mær fram tveir teir vakrastu. Serafurin Ása Wraae og Keruburin Konni Kass. Báðar tvær Gudnáðaðar sangarinnur.?Devulin og einglarnir fara at spæla løg av fløguni ?devuls, angels, lovers and murderers? og eisini okkurt nýtt tilfar.Ein konsert har tað vakra og ljóta fevnast og skapa tónleik og nærveru.
Høgni Egholm Magnussen sýnir fram viðgjørdar fotomyndir úr tí føroyska tónleikapallinum. Við sær á framsýningini hevur Høgni fingið svian Lisa Golbe. Á framsýningini hevur Lisa silkiprent og ymiska grafiska list, sum er gjørd við blandaðari tøkni.