Jón vann silvur í DM

Jón Rosenblad úr Lamba var við í kappingini um gullið, tá ið Danmarksheitið í innandurarógving stóð upp á spæl um vikuskiftið. Jón tók seg munandi fram samanborið við í fjør og endaði sum nummar 2

Rógving

27 ára gamli Jón Rosenblad gjørdi aftur um seg í eini danskari kapping í innandurarógving um vikuskiftið.
Jón, sum er fremsti føroyski rógvarin í hesum ítrótti, tók lut í DM, og hann stóð seg heilt væl. Jón var við í kappingini á 2000 metrum.
Í fjør endaði hann sum nummar 5 í DM, men hetta skuldi betrast í kappingini í ár.
Leygardagin vóru innleiðandi kappingar, og tá stevndi Jón beint í finaluna við eini góðari tíð - munandi betri tíð, enn hann nýttist at hava í innleiðandi kappingini.

Tann sterkasti var ov sterkur
Sunnudagin vóru finalurnar á skránni, og her var Jón við heilt frammi. Hann var um at taka sítt persónliga met á teininum, men endaði ein tíggjundapart aftanfyri. Tíðin 6,00,6 var tó nóg mikið til eitt silvurmerki í kappingini.
Peter Sylvest royndi at sláa danska metið, sum er 5,55,5, men tað eydnaðist ikki, hóast sterki rógvarin vann kappingina við tíðini 5,56,0.
Jón fær møguleikan at kappast í Føroyum um stutta tíð, tí 11. februar verður kapping í innandurarógving í Havn.