TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við áleyparan hjá TB/FCS/Royn, Jón Krosslá Poulsen, sum saman við liðfeløgunum tapti greitt 0-3 ímóti B36 á ovara vølli í Gundadali í Havn fyrr í kvøld.
Jón Krosslá Poulsen staðfestir, at talan var um eina sera torføra uppgávu ímóti einum liði, sum koyrir sera væl, og tí var ringt at koma til orðanna í dystinum í kvøld.
- Tá vit endliga komu í onkrar góðar støður ráddi bara um at bumba til, eru orðini Jón Krosslá Poulsen brúkar fyri at lýsa torføru umstøðurnar TB/FCS/Royn hevði á útivølli ímóti B36 í kvøld.