Jón: - Stankov gjørdist munurin í dag

(Frá Rás2) Jón Krosslá Poulsen heldur, at Aleksandar Stankov hjá HB koppaði dystin til heimaliðið

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Jón Krosslá Poulsen hjá TB/FCS/Royn á Rás2 aftaná TB/FCS/Royn hevði tapt 1-2 ímóti HB á ovara vølli í Gundadali í Havn.

 

Jón Krosslá Poulsen heldur, at teir løgdu sterkt út, og komu á odda 1-0. Men HB hevur Aleksandar Stankov, sum skoraði tvey mál, so dysturin koppaði aftur til HB. Jón Krosslá Poulsen er ikki í iva um, at Stankov var dagsins spælari í Gundadali, og er ein spælari, sum megnar at fremja nógv sjálvur.

 

Jón Krosslá Poulsen heldur tó, at TB/FCS/Royn stríddust væl, og í seinna hálvleiki komu teir til góðar málmøguleikar, og Jón iðrar seg um, at TB/FCS/Royn ikki fekk eitt stig við sær til Suðuroyar.

 

Um átta dagar kemur KÍ á vitjan við Stórá í Trongisvági, og nú ætla teir í TB/FCS/Royn avgjørt at koma á sigurskós aftur aftaná tvey tap á rað.