Tað er 42 ára gamli argjamaðurin, Jón Magnus Joensen sum hevur latið upp hesa framsýningina við íalt 47 oljumálningum.
Framsýningin er skipað soleiðis, at myndirnar eru hongdar upp á øllum fimm hæddunum í roynd og veru eru, er ein umgyrdur av hesum myndum allastaðni á Sjómansheiminum, sum í komandi viku broytir navn til Hotel Tórshavn.
Myndevnini eru tikin úr føroysku náttúruni, og tað er skilligt, at Jón Magnusi dámar væl at spæla við ljósi og at fáa glottarnar fram í ljósi, um ein kann siga tað so!
Jón Magnus, sum hevur tikið eitt skeið á Holbæk Kunsthøjskole, hevur áður luttikið á øðrum framsýningum í Føroyum, og hevur sjálvur havt tríggjar framsýningar í Smiðjuni í Lítluvík.










