Jón Sonni á Býarbókasavninum

Í dag klokkan 16 letur framsýning við Jón Sonna Jensen upp á Býarbókasavninum í Havn. Framsýningina kallar hann “Internus/Externus”.

- Hetta er samstundis tann seinasta av teimum fimm framsýningunum í ár, sum Listafelagið hevur skipað fyri í sambandi við, at tað eru 70 ár, síðani felagið varð stovnað.

Listafelagið sigur, at talan hevur verið um fimm einframsýningar, sum eru byrjaðar í Havn og síðani eru farnar til Klaksvíkar og Tvøroyrar.

- Ungu og framfýsnu listafólkini hava verið Annika á Lofti, Heiðrik á Heygum, Marianna Mørkøre, Sámal Blak og Jón Sonni Jensen, sigur Listafelagið í tíðindaskrivi.