Jón skal kappast um HM

27 ára gamli Jón Rosenblad úr Lamba verður millum teir 150 rógvararnar, sum 25. februar skulu rógva um HM-heitið

Jón Rosenblad er sterkasti føroyski rógvarin, og eftir at hann hevur fingið góð úrslit í Danmark, hevur hann nú rættiliga fingið blóð á tonna.
Jón ætlar sær nevniliga at verða við í HM í innandurarógving, og kappingin verður 25. februar í Boston, skrivar www.drekin.fo
Um vikuskiftið verður annars óalment FM í innandurarógving hildið, og Jón kemur ikki heim til kappingina av tí sama.
Jón heldur, at hevur hann ein av sínum allarbestu døgum, kann hann vinna fram millum teir 20 bestu rógvararnar í heiminum.