Stutt fyri leiklok í dystinum í Runavík millum NSÍ og HB kom U-16 landsliðsleikarin Jón Rói Jacobsen inn á vøllin fyri fyrstu ferð nakrantíð í 1.deild.
Sostatt gjørdist hesin sera lovandi HB-arin tann yngsti spælarin í teirri bestu deildini í ár.
Jón Rói er føddur 7. apríl í 1983, og er tann einasti í 1.deild í 1999, ið ikki er eldri enn sekstan ár.
Í fjør var Hallur Dam Joensen úr Sumba yngsti leikarin í 1.deild. Hann er føddur tann 7.mars 1982.
Í ár er sumbingurin yngstur millum málskjúttar, men tað er óvist, um Hallur megnar at halda sítt met, tí tað er væl møguligt, at Jón Rói Jacobsen, sum kanska er tann evnaríkasti ungi spælarin í landinum, fær fleiri kjansir á 1.deildarliðnum hjá HB í teimum komandi umførunum av kappingini.