Jón Rói við ímóti Sampdoria

Føroysku leikararnir í AaB, Jón Rói Jacobsen og Súni Olsen, hava ikki fingið serliga nógv leiktíð í AaB í ár. Tó er oftast annar teirra við í besta hópinum, og tað er Jón Rói Jacobsen eisini í kvøld, tá ið AaB fær vitjan av Sampdoria úr Seriu A.

Tað er lítið sannlíkt at Jón Rói byrjar á vøllinum, men skuldi hann fingið leiktíð í kvøld, verður m.a. ein stór stjørna sum Antonio Cassano at ansa eftir.

 

Hetta er returdystur í UEFA Cup, har fyrri dysturin í Italia endaði 2-2.