Í gjárkvøldið skuldi felagið hjá Jón Róa Jacobsen, Frem, spæla í donsku steypakappingini. Teir skuldu spæla á útivølli ímóti Brønshøj, sum eigur heimavøll á Tingbjerg stadion. Frem venjarin, Ebbe Skovdahl, gramdi seg undan stuttu ferðini úr Valby og til Tingbjerg um, at saknur fór at vera í Jón Róa Jacobsen, sum var upptikin av landsliðsørindum.
Dysturin í Brønshøj var tann einasti í donsku steypakappingini í gjárkvøldið. Næsti dysturin í triðja umfarinum verður týskvøldið. Tá skal Fremad Amager spæla á útivølli ímóti Gladsaxe Hero. Teir tríggir føroyingarnir í Fremad Amager fara ikki at vera við í tí dystinum. Tá fara teir at vera upptiknir av fyrireikingunum til stóru avbjóðingina á heimavølli næsta mikukvøld ímóti Fraklandi.
Tíðliga fyrrapartin í gjár fóru Jón Rói Jacobsen og hinir útisetarnir í Danmark, sum hava fingið landsliðsboð, úr Keypmannahavn og til Sveis. Ferðalagið úr Føroyum skuldi fara avstað seint seinnapartin í gjár. Dysturin í Sveis verður spældur kl. 1630 føroyska tíð leygardagin.