Jón Rói tvey mál

Føroyski miðverjin vísti sannførandi avrik, tá ið teir næstbestu í Brøndby vunnu stórt á Roskilde

ÚTISETI

Sunnudagin var Jón Rói Jacobsen á næstbesta liðnum hjá Brøndby. Liðið, sum bara er mannað við ungum og sera evnaríkum spælarum, er í Danmarksseriuni.Hesa ferð var Roskilde mótstøðuliðið, og tað var eingin trupulleiki. Eftir 5?0 í fyrra hálvleiki vann Brøndby 7?0. Jón Rói Jacobsen skoraði tey bæði málini í 2. hálvleiki.
Í landsdystinum ímóti Íslandi vísti Jón Rói, at hann er sera væl fyri. Hann var besti føroyski spælarin, og tá ið hann í 2. hálvleiki fleiri ferðir bjóðaði seg fram í álopspartinum, kendist tað so leikandi lætt og sannførandi. At havt hann í álopinum hevði ivaleyst borið ta tyngdina við sær, sum hevur restað tær seinastu ferðirnar.
Í Brøndby er Jón Rói Jacobsen verjuspælari. Hann venur saman við besta liðnum, og tað er torført hjá honum at sleppa upp í part á besta liðnum, tí teir eru so nógvir um boðið. Men Jón Rói tykist hava akkurát tann hugburðin, sum skal til, og tað man lítið ella einki vera at ivast í, at tað bara er ein spurningur um tíð, nær hann verður við í fremstu røð uttanlands.
Í annaðkvøld fer Brøndby í UEFA CUP at spæla í Hvítarusslandi ímóti Dinamo Minsk. Tað skal vilja heilt illa til, um Brøndby ikki fer at megna at spæla seg víðari í næsta umfarið. Á heimavølli vunnu teir fyri tveimum vikum síðani 3?0.
Brøndby dysturin verður at síggja á TV Danmark 1 sjónvarpsrásini.