Eftir venjingina fyrrapartin boðaði AaB venjarin, Erik Hamrén frá, hvørjir sekstan skulu við í bussin suður til Herning, har AaB seinnapartin í morgin skal spæla toppuppgerð ímóti FCM. Jón Rói Jacobsen verður ikki í ferðalagnum. Hann er á næstbesta AaB liðnum, sum í løtuni spælir á heimavølli ímóti Varde.
Stóra samrøðuevnið í Aalborg og danska fótbóltsheiminum yvirhøvur í gjár og í dag hevur verið, at AaB málverjin, Karim Zaza, varð so mikið illa skaddur undir venjing í vikuni, at hann ikki verður førur fyri at spæla í morgin og kanska heldur ikki restina av hesum kappingarárinum. Hetta kemur ógvuliga dátt við hjá AaB, sum stríðist fyri at halda tørn um fremsta plássið og harvið møguleikan at vinna DM.
20 ára gamli Kenneth Stenild, sum ongantíð áður hevur spælt í superliguni, skal verja AaB málið í morgin.