Jón Rói og Súni í Parkini

Báðir føroysku spælararnir vórðu á vøllinum í 2. hálvleiki, tá ið AaB í gjár vann venjingardyst í Parkini ímóti FCK

Fótbóltur

 

Fótbóltslagið í Aalborg hevur leingi verið gott, og hóast SAS ligan er farin í vetrarfrí fram til 16. mars, so var tað seinnapartin mikudagin aftur orsøk at fegnast í AaB. Felagið hjá Jón Róa Jacobsen og Súna Olsen var í Parkini í Keypmannahavn og spældi venjingardyst ímóti FCK, og AaB vann 1-0. Meðan SAS ligan er í vetrarfrí, er AaB oddalið við 36 stigum, og FCK er á øðrum plássi við 34 stigum fyri átjan dystir.

Í heyst hevur leikluturin hjá Jón Róa Jacobsen og serliga Súna Olsen verið ógvuliga lítil á besta AaB liðnum. Í dag vóru teir báðir í Keypmannahavn við besta liðnum, og í 2. hálvleiki vóru teir báðir á ikki serliga góða grasinum í Parkini.

Jón Rói Jacobsen varð beinanvegin eftir steðgin settur á vøllin fyri Allan Olesen, sum í 1. hálvleiki hevði verið vongverji í høgru, og í 54. minutti kom Súni Olsen á vøllin fyri vinstra vongverjan, Michael Jakobsen. Minuttin eftir at Súni var komin á vøllin, skoraði svenski miðvallarin Mattias Lindström sigursmálið fyri AaB.

Felags fyri bæði AaB og FCK er, at feløgini framvegis eru partur av bólkaspælinum í UEFA Cup kappingini. Síðsta umfarið í tí kappingini verður í næstu viku. Mikudagin 19. desember skal AaB spæla í Tel Aviv ímóti Hapoel, og hósdagin skal FCK spæla í Aberdeen. Tað var fyri at halda dystarvenjingina við líka, at tey bæði oddaliðini í superliguni í dag spældu vinardyst í Parkini.

Longu í morgun vandu føroysku fótbóltsútisetarnir og liðfelagar teirra í Aab aftur í Aalborg.