DANMARK 1. DEILD
Tað gekk ikki meiri enn passaligt hjá feløgunum í næstbestu donsku deildini, sum hava føroyingar á liðnum. Atli Gregersen spælir við Skjold, og hjá teimum hilnaðist tað aftur hesa ferð illa. Skjold var í Herfølge, har heimaliðið vann 4-0. Í átta teimum fyrstu umførunum hevur Skjold bara fingið tvey stig.
Lyngby átti heimavøll móti Køge, sum tykist ætla sær at vera við í toppstríðnum. Køge vann 3-1, eftir at teir í steðginum høvdu verið frammanfyri 2-0. Christian Lamhauge Holst taldist enn eina ferð millum málskjúttarnar. Tíðliga í 2. hálvleiki minkaði hann um málmunin til 2-1.
Andrew av Fløtum og Fremad Amager eru framvegis millum toppliðini. Tað var tó vónbrot, at tað ikki skuldi eydnast at fáa meiri enn eitt stig burturúr vitjanini í Brønshøj. Úrslitið var 1-1, eftir at heimaliðið hevði verið á odda, tá ið tað var hálvleikt. Hóast Brønshøj telist millum botnliðini, so kom tað ikki púra óvæntað á Fremad Amager, at tað ikki eydnaðist teimum at fáa fulla úrtøku. Tað hava teir ikki rokkið á Tingbjerg stadion síðani 16. september í 2000.
Andrew av Fløtum var á vøllinum alla tíðina. Hann hevði einar tríggjar møguleikar at gera mál, men hann kom ikki nærri enn við høvdinum at senda í tvørtræið.
Fyrsti parturin av hesum kappingarárinum hevur ikki hilnast nakað serligt hjá Frem, sum í summar skifti nógv fólk. Hesa ferð gekk tað tó heilt væl. Frem var á útivølli í Nykøbing á Falster. Heimaliðið har, NFA, hevur havt sera góða byrjan upp á hetta kappingarárið. Teir teljast millum oddaliðini, meðan Frem undan vikuskiftinum var á 13. plássi.
Men tað var Frem, sum var væl stinnari hesa ferð. Teir vunnu 4-1, eftir at teir í steðginum høvdu verið frammanfyri við einum máli. Jón Rói Jacobsen var á vøllinum allar 90 minuttirnar, meðan Jónas Þór Næs og Gunnar Nielsen vóru á Frem beinkinum. Jón Rói megnaði akkurát at bjarga skotroynd hjá heimaliðnum til horna, tá ið støðan tíðliga í 2. hálvleiki framvegis var 1-0 til Frem, sum var komið framum við brotssparksmáli.
Tá ið tað restaðu tjúgu minuttir, økti Jón Rói Jacobsen til 3-0. Við handara stólpan stýrdi hann bóltinum í málið, eftir at innlegg var komið úr høgru.