AaB er í hesum døgum í La Manga í Spania á venjingarlegu. Jón Rói Jacobsen er nú einsamallur føroyingur í Aalborg. AaB hevur spælt tveir venjingardystir. Í fyrra dystinum, sum var ímóti norska Lillestrøm, spældi Jón Rói allar 90 minuttirnar. Dysturin endaði við javnleiki 2-2. Í seinna dystinum var Jón Rói skiftur inn í hálvleikinum, tá ið AaB var á odda 2-0. Í seinna hálvleiki gekk heilt galið hjá AaB, sum tapti dystin ímóti FC Krylya 3-2.
LesarabrøvLesarabrøv









