Jón Rói kom á máltalvuna

Hóast stríðið fyri at koma á besta liðið tykist vera størri, enn tað var í fjør, so hevur føroyski spælarin í Brøndby framvegis gott mót

Brøndby fyrireikar seg við fullari ferð til nýggja kappingarárið í superliguni. Annan sunnudag er fyrsta umfarið á skránni, og tá skulu teir bláu og gulu spæla á heimavølli ímóti einum øðrum bláum og gulum felagi ? Herfølge. Tann uppgerðin verður áhugaverd á fleiri mátar. Sæð við føroyskum eygum er talan um fyrstu royndina hjá Herfølge í superliguni, eftir at Jákup Mikkelsen fyri tveimum árum síðani fór úr málinum hjá teimum. Herfølge flutti upp úr næstbestu deildini fyrr í summar. Í Danmark fer ivaleyst mest at verða gjørt burturúr, at talan er um felagið, sum John Faxe Jensen var venjari hjá ímóti felagnum, sum hann áður spældi við, og sum hann nú er hjálparvenjari í.
Málið hjá Brøndby fyri næsta kappingarárið er, at teir skulu verða eitt vet betri, enn teir vóru síðsta kappingarár, tá ið teir í næstsíðsta umfarinum á heimavølli taptu 1?0 ímóti FCK, sum harvið tók meistaraskapin fyri nøsini á Brøndby.
Brøndby hevur fyrireikað seg m. a. við at spæla nógvar venjingardystir. Í síðstu viku vóru teir í Jyllandi á venjingarlegu. Teir hildu til í Vejen Idrætscenter, og summarfólkið í Jyllandi hevði møguleika at síggja Brøndby vera part í fleiri summardystum, sum teir kalla uppgerðirnar millum lið í toppinum í superliguni ímóti einum seriuliði, sum hevur leitað sær styrk frá góðum spælarum í grannalagnum.
Brøndby vann allar dystirnar, og teir skoraðu eina rúgvu av málum. Eitt nú vunnu teir 14?1 í Fjordbakke og 13?0 í Tønder. Fríggjakvøldið var mótstøðan størri í Svendborg, har liðið hoyrir til í triði bestu deildini. Ta ferðina vunnu teir í Brøndby við 5?2.
Í hesi vikuni hevur Brøndby aftur vant heima við hús. Mánadagin vunnu teir venjingardyst í Gislinge 14?2, og týsdagin vunnu teir á heimavøllinum, sum seinnapartin av hesi vikuni hýsir ársstevnuni hjá Jehovas Vitnum, 3?1 ímóti 1. deildar felagnum HFK Sønderjylland.
Ímóti Gislinge skoraði Jón Rói Jacobsen eitt av málunum. Donsku miðlarnir gjørdu nógv burturúr, at Michael Laudrup og John Faxe Jensen vóru á vøllinum í 2. hálvleiki, og at Faxe skoraði tvey mál, og at Laudrup skoraði eina ferð.

Meiri trongligt
Jón Rói Jacobsen hevur verið við í øllum venjingunum undan nýggja kappingarárinum. Einasta ferðin, at hann hevur fingið møguleikan á besta liðnum í venjingardystunum, var ímóti Gislinge, tá ið hann spældi allar 90 minuttirnar. Hetta var onnur ferðin, at hann skoraði mál fyri Brøndby. Fyrra ferðin var í vár, tá ið Brøndby var á venjingarlegu í Onglandi.
Týskvøldið var Jón Rói aftur á beinkinum allar 90 minuttirnar. Í annaðkvøld skal Brøndby spæla venjingardyst í Næstved, og Jón Rói vónar, at hann tá fer at fáa møguleikan, men hann ásannar samstundis, at tað er vorðið uppaftur trongligari í verjuni, enn tað var undan summarsteðginum.
Brøndby hevur keypt stóra og sterka svenska verjuspælaran Andreas Jakobsson. Seinastu trý árini hevur hann spælt í Rostock í Týsklandi. Nú hann er komin til Brøndby, tykist hann at skula vera fastur makkari hjá Per Nielsen í miðverjuni. Tað hevur við sær, at Dan Anton Johansen, sum síðsta kappingarár varð tikin framum Jón Róa Jacobsen til miðverjupláss, nú hevur mist tað plássið.
? Ímóti HFK Sønderjylland týskvøldið var Dan Anton Johansen høgri vongverji. Tað var hann, tí spælarin, sum plagar at røkja tað plássið, Allan Olsen, var skaddur. Vit eru altso fleiri í kappingini nú, enn vit vóru frammanundan, staðfestir Jón Rói Jacobsen.
Men tú hevur framvegis gott mót?
? Eg venji við nøkrum av bestu spælarunum í Danmark, eg læri eina rúgvu, og eg vóni og rokni við, at eg fari at fáa møguleikan. Tí ræður um at vera til reiðar, tá ið møguleikin kemur, sigur Jón Rói Jacobsen úr góðverðinum í danska høvuðsstaðnum.