Jón Rói ikki við besta liðnum hjá AaB

Tað gongur væl í hond hjá AaB í SAS-liguni. Ígjár vunnu teir reyðu og hvítu úr Aalborg 3-1 á FC Nordsjælland á Energi Nord Arena í Aalborg. AaB var væl betri, og vunnu teir við málum hjá Andreas Johansson, Kasper Risgård og Jeppe Curth. Tá FCK samstundis taptu 0-2 ímóti FC Midtjyllandi í Parkini eru teir í AaB seks stig frammanfyri FC Keypmannahavn. Men sæð við føroyskum brillum er ikki so nógv at fegnast um. Jón Rói Jacobsen var ikki millum teir 11, sum byrjaðu inni, og hann var heldur ikki millum teir, ið vóru skiftir inn ígjár. Jón Rói var við eykaliðnum, sum í 2. deild vestur vann 4-1 á eykaliðnum hjá FC Midtjyllandi. Eftir 23 umfør er AaB á odda við 49 stigum, FCK hevur 43, og FC Midtjylland hevur 41 stig. AaB hevur ikki verið danskur meistari síðani 1999.