Jón Rói Jacobsen er farin í holt við venjingina aftur, eftir at hann fekk ein løst í knæið undir einum venjingardysti hja AaB í Turklandi herfyri.
Løsturin í knæið var tí betur ikki so álvarsligur, sum onkur stúrdi fyri, og nú venur Jón Rói eyka fyri at gerast klárur at spæla aftur.
Fysioterapeturin hjá AaB Henrik Bøgvad og fysiski venjarin Ashley Tootle hava givið Jón Róa eina serliga venjingarskrá, sum hevur til endamáls at styrkja knæið, har hann fekk ein skaða.
Jón Rói fegnast
Heimasíðan hjá AaB hevur vitjað Jón Róa í venjingarhølunum, og har hittu teir einum bjartskygdum føroyskum landsliðsspæara.
Sjálvandi er tað gott at kunna venja aftur. Eingin fótbóltsspælari tímir at ganga skaddur, og eg fegnist um, at skaðin ikki hevur verið so drúgvur, sigur Jón Rói.
Hann er farin undir venjingin saman við liðfeløgunum aftur, og harafturat venur hann eisini fyri seg sjálvan.
Eg venji bæði saman við liðfeløgunum og fyri meg sjálvan. Eykavenjingin skal styrkja vøddarnar kring knæið, so at eg kann koma rættiliga fyri meg aftur, sigur Jón Rói.
Klárur í mars
Tá ið Jón Rói fekk skaðan í knæið var vandi fyri, at hann skuldi halda ein langan steðg, men tíbetur gjørdist tað ikki so álvarsamt, og nú hevur Jón Rói sett sær eitt ítøkiligt mál fyri, nær hann skal verða heilt klárur aftur.
Eg eri optimistur. Eg fái ikki sagt, nær eg verði heilt klárur at spæla aftur, men mítt persónliga mál, at eg kann spæla, tá ið superligan byrjar aftur mitt tí mars, sigur Jón Rói Jacobsen.
Hesa vikuna skulu Jón Rói og teir venja sjey ferðir, umframt at AaB skal spæla ein venjingardyst ímóti Randers FC seinnapartin fríggjadagin.