Jón Rói gevst á landsliðnum

- Fótbólturin hevur givið mær fleiri góðar upplivingar. Ikki minst á landsliðnum. Men fótbólt kanst tú bara spæla ein part av lívinum. Tað er umráðandi, at tú handlar eftir tínari innaru sannføring, og tað geri eg nú.

Soleiðis sigur Jón Rói Jacobsen við heimasíðuna hjá Kringvarpinum, nú verjuleikarin hevur boðað frá, at hann fyribils gevst á føroyska fótbóltslandsliðnum. Hann ætlar sær undir útbúgving sum lækni, og í summar verður hann pápi fyri aðruferð. Tí verður ikki pláss fyri fótbólti á hægsta stigi, sum hann sigur við heimasíðuna hjá Kringvarpinum.