Uni Holm Johannesen
Jón Rói Jacobsen verður komandi tíðina ikki tøkur hjá landsliðsvenjaranum Brian Kerr ella øðrum fótbóltsfeløgum. Hann boðaði um vikuskiftið frá, at hann fyribils gevst við fótbóltinum.
26 ára gamli havnarmaðurin hevur seinastu árini verið búsitandi í Danmark, har hann fyrst og fremst hevur roynt seg sum yrkisleikari. Tað er hugurin ikki av álvara til longur, og útbúgving fyribils hevur drigið hann burtur frá fótbóltinum.
Torfor avgerð
Jón Rói Jacobsen, sum seinasta árið hevur spælt við Frem í næstbestu donsku deildini, ætlar sær nú at royna nýggjar avbjóðingar. Hann fer eftir summarfrítíðina undir útbúgving, men hann veit framvegis ikki, hvat hann ætlar at lesa.
- Eg havi livað og andað fyri fótbóltin seinastu seks árini, og vil nú fegin royna okkurt annað.
Var avgerðin torfør at taka?
- Ja, sjálvandi. Eg havi prátað við familjuna um tað í eina tíð, og nú er avgerðin tikin, sigur Jón Rói Jacobsen, sum higartil hevur umboðað barndómsfelagið HB, Brøndby, AaB og Frem.
Kerr var bilsin
Jón Rói Jacobsen var ein av bjartastu stjørnunum á føroyska fótbóltshiminum, tá hann, sum 18 ára gamalur, fyri fyrstu ferð royndi seg á landsliðnum. Tað var, tá Sveis vitjaði á Svangaskarði í 2001. Hann var tá yngsti føroyingur, sum hevði roynt seg í altjóða skrásettum landsdysti.
Jón Rói Jacobsen, sum higartil hevur spælt 31 landsdystir fyri Føroyar, boðaði í farnu viku Brian Kerr, landsliðsvenjara, frá sínu avgerð. Og írin var sjálvsagt harmur um, at hann ikki hevur 26 ára gamla verjuleikaran tøkan til uppgávurnar, sum bíða føroyska fótbóltslandsliðnum.
- Hann var eitt sindur bilsin, tí hann hevði neyvan væntað tað. Hann sá fegin, at eg var við í hópinum, tí eg við tíðini eri vorðin ein av teimum meira royndu í landsliðshøpi. Men hann skilti mína støðu, sigur Jón Rói Jacobsen, sum ikki vísir aftur, at hann eina ferð verður at síggja á fótbóltsvøllinum aftur.
- Tú skal ongantíð siga ongantíð. Satt at siga veit eg ikki, hvat framtíðin fer at bjóða. Tí dugi eg hvørki at svara, nær eg fari at spæla fótbólt aftur, ella um eg fari at spæla fótbólt aftur, staðfestir Jón Rói Jacobsen.
---
FAKTA
Navn: Jón Rói Jacobsen
Føddur: 7. apríl 1983
Aldur: 26 ár
Tjóðskapur: Føroyar
Landsdystir: 31 dystir
Pláss: Verjuleikari
Hædd: 1,86 m
Yrkisleiðin:
1999-2003: HB Tórshavn, 52 dystir og 25 mál
2003: Brøndby IF, leigusáttmáli, fýra dystir
2004-2005: Frem, 42 dystir og fimm mál
2006-2008: AaB Aalborg, 14 dystir og eitt mál
2008-2009: Frem, 14 dystir
Kelda: wikipedia.org