Jón Rói Jacobsen hevur vunnið sær fast pláss í miðverjuni á superligu liðnum hjá AaB.
Í kvøld var føroyski landsliðsspælarin í miðverjuni alla tíðina, tá ið FCK vitjaði í Aalborg.
Úrslitið var 1-1, eftir at AaB leingi hevði verið frammanfyri 1-0.
Súni Olsen varð skiftur inn á AaB miðvøllin, tá ið tað restaði eitt korter.
Hetta var fyrsti dysturin í hesum kappingarárinum hjá AaB. FCK hevur spælt tveir dystir, og teir eiga framvegis fyrsta sigurin til góða. Í fyrsta umfari tapti FCK 1-0 ímóti FCN.