Jón Rói á eykaliðnum

Jón Rói Jacobsen var ikki við á superligaliðnum hjá AaB, sum um vikuskiftið vann ímóti FC Nordsjælland. Jón Rói spældi hinvegin við eykaliðnum hjá AaB, sum leygardagin spældi ímóti FC Midtjylland. AaB vann greiðan 4-1 sigur, og Jón Rói legði upp til eitt av málunum. Jón Rói hevur ikki verið nógv við á besta liðnum í ár, men hann er ein av fyrstu eykaspælarunum, sum verða innkallaðir til hópin, um brúk er fyri tí.