Jón Rói er við á gullferðini

Seint seinnapartin 2. hvítusunnudag fer AaB í Parkini at dystast ímóti FCK, sum í vár hevur verið stórt vónbrot.

AaB er greitt oddalið í superliguni, og um heilt væl veit við hjá teimum í Aalborg, so kann AaB longu 2. hvítusunnudag vinna DM.

Eftir venjingina fyrrapartin hvítusunnudag var Jón Rói Jacobsen millum teir sekstan spælararnar, sum fingu boð um, at teir skulu í Parkina í morgin.

Merkisvert er tað, at Karim Zaza, málverjin sum varð hildin at vera so mikið illa skaddur, at hann ikki fór at verða førur fyri at spæla aftur í hesum kappingarárinum, er úttikin til stórdystin ímóti FCK, sum hann áður hevur vart málið hjá.

Um tað eydnast Jón Róa Jacobsen og liðfeløgum hansara at vinna í Parkini, so verður AaB meistari longu í morgin, treytað av at FCM ikki vinnur í Esbjerg.

Undan 30. av 33 umførum hevur AaB 62 stig. FCM hevur 53 stig og FCK hevur 51 stig.

OB, sum hvítusunnudag spældi 2-2 í Horsens, hevur 51 stig fyri 30 dystir. Í hinum dystinum, sum varð spældur hvítusunnudag, var úrslitið í Århus millum AGF og Brøndby 1-1.