Jón Rói er ivasamur

Atli Gregersen er nú partur av Skjold, sum er størsta felagið í Danmark, og sum er á aftasta sessinum í næstbestu donsku deildini

DANMARK 1. DEILD

Tað hilnaðist einki serligt í vikuskiftinum hjá føroysku feløgunum í næstbestu donsku deildini. Fyrstu umførini gekk tað sum eftir ánni hjá Fremad Amager, sum undan vikuskiftinum var oddalið. Tann sessin mistu teir, tá ið tað ikki eydnast at fáa meiri enn eitt stig burturúr, tá ið Køge vitjaði. Úrslitið var 2-2, eftir at einki mál var komið í 1. hálvleiki.
Fremad Amager var á odda bæði 1-0 og 2-1. Andrew av Fløtum var millum teir fyrstu ellivu, men hann taldist ikki hesa ferð millum málskjúttarnar. Andrew hevði í 1. hálvleiki onkran góðan møguleika at gera mál. Hann varð skiftur út, tá ið tað restaðu níggju minuttir, og tá ið støðan var vorðin 2-2.
Frem spældi 1-1 á heimavølli móti Vejle. Mitt í viku hittust somu feløg í steypakappingini, og tá vann Frem 2-1. Ta ferðina noyddist Jón Rói Jacobsen at fara av vøllinum orsaka av liðbandsskaði í fótliðnum. Jón Rói var ikki førur fyri at spæla sunnudagin. Gunnar Nielsen og Jónas Þór Næs sótu á Frem beinkinum allar 90 minuttirnar. Einasta føroyska íslettið, um tað í hesum førinum ber til at siga tað soleiðis, var Ulrik Balling, sum fyri trimum árum síðani spældi við NSÍ.
Niðurflytararnir í Randers eru oddalið. Hesa ferð høvdu teir vitjan av Lyngby, sum hevði Christian Lamhauge Holst á liðnum. Randers vann 4-1. Christian var á vøllinum inntil tað restaðu trettan minuttir.
Nýggjur føroyingur í næstbestu donsku deildini er Atli Gregersen, sum inntil fyri fáum vikum síðani var fastur maður í GÍ miðverjuni. Skjold hoyrir til á Eysturbrúgv í Keypmannahavn. Felagið er størsta fótbóltsfelagið í Danmark, tá ið roknað verður í limatali.
Besta Skjold liðið hevur ongantíð verið í fremstu deildini. Tað eru bara nøkur fá ár síðani, at felagið eftir fleiri uppflytingar, rakk upp í næstfremstu deildina. Har stendur í løtuni einki serligt til. Skjold er aftast. Higartil hava teir ikki vunnið í hesum kappingarárinum, og sunnudagin løgdu teir rygg til 2-0 tap í Gladsaxse móti AB.