Jón Rói er fastur maður

Jón Rói Jacobsen spældi allar 90 minuttirnar, tá AaB í gjárkvøldið spældi 1-1 javnleik móti meistarunum úr FCK. Føroyski miðverjin fekk nakrar dystir móti kappingarenda í vár, og nú tykist hann veruliga hava bitið seg fastan millum teir fyrstu 11 hjá venjaranum. AaB levði seg á odda tíðliga í seinna hálvleiki vi máli frá Siyabonga Nomvethe, men eitt korter fyri leiklok javnaði Brede Hageland fyri FCK. Súni Olsen kom á vøllin seinasta lítla korterið.