Jón Rói er bestur

Hóast mong roknaðu við, at talan fór at gerast um dýra niðurflyting hjá danska Frem, tá niðurflytingin úr Superliguni varð veruleiki í vár.
Men higartil hevur gingist væl hjá felagnum. Fýra dystir hava givið átta stig higartil í ár, og sum vera man, so eru teir í felagnum væl nøgdir um hetta. Denturin hevur verið lagdur á, at spæla ungar leikarar inn á liðið. Millum annað Jón Róa Jacobsen.
- Jón Rói hevur helst verið besti leikarin hjá yvirhøvur, sigur venjarin hjá felangnum, Ebbe Skovdahl, við heimasíðuna bold.dk., umframt at hann eisini rósar aðrar av leikarunum.
Enn hevur felagið tó ikki sett sær sum treytaleyst mál, at uppflytingin skal tryggjast í ár, og verður hon kortini veruleiki, so eru boðini, at hópurin til tað tíð skal verða somikið sterkur, at teir eru førir fyri at taka dystin upp við tey allarbestu.