Jón Rói er aftur tøkur

Tá landsliðið í vikuni var í Portugal, var hetta uttan fýra avgjørdar lyklaspælarar.

Hvørki Jón Rói Jacobsen, Súni Olsen, Christian Lamhauge Holst ella Fróði Benjaminsen vóru tøkir hjá landsliðsvenjaranum, umframt at Einar Hansen, sum annars tykist hava vunnið sær pláss á bakkinum, heldur ikki var tøkur.

 

Í morgin fyrrpart skal Jógvan Martin Olsen taka út nýggjan 18-manna hóp, og fortreytirnar til hetta vera á leið tær somu, sum tær vóru fyri tveimum vikum síðani.

- Jón Rói Jacobsen er tøkur. Tað lá illa fyri at órógva lesnaðin tvær ferðir upp í slag, og tí gav hann avboð til Portugals-ferðina. Hinvegin eru Súni Olsen, Christian Lamhauge Holst, Fróði Benjaminsen og Einar Hansen framvegis skaddir, so teir verða ikki við hesaferð heldur. Felags fyri Christian og Fróða er tó, at tað bendir tann vegin, at teir eru tøkir til uppgávurnar seinni í heyst, og vónandi eru Súni og Einar tað eisini, sigur Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari.

 

Tí bendir alt á, at talan verður um á leið sama hóp, sum hesa ferð verður tikin út. Tó má roknast sum púrasta víst, at Jón Rói Jacobsen verður millum spælararnar hesaferð, og tí skal í minsta lagi ein spælari sáldast frá. Í Portugal var Bartal Eliasen einasti spælarin, sum ikki kom á vøllin, og tí er ikki óhugsandi, at hann verður tann, sum ikki fær boð hesaferð.