DANMARK 1. DEILD
Jón Rói Jacobsen fór sunnudagin úr landsliðsleguni og til Keypmannahavnar. Eingin ivast í, at stinni miðverjin heldur hevði havt viljað verið saman við liðfeløgunum á landsliðnum, tá ið teir stríddust ímóti Írlandi, enn at vera í Keypmannahavn, men Jón Rói lat skilið ráða. Hann gongur í HF, og próvtøkur hava verið á skránni fyrrapartin í hesi vikuni. Teimum bar ikki til at bíða við.
At Jón Rói ikki var á landsliðnum ímóti Írlandi ber við sær, at hann verður við, tá ð Frem í kvøld fer at spæla í Horsens. Har verður Johan B. Hansen ikki á heimaliðnum. Hann er ikki tøkur, tí hann ikki kemur til hús aftur fyrrenn í dag, eftir at hann síðstu vikuna hevur verið í Føroyum og spælt tveir landsdystir.
Talan er um rættuliga avgerandi uppgerð í Horsens. Spenningurin er so mikið stórur, at Viasat sport 1 rásin fer at senda dystin beinleiðis. Hann er á skránni klokkan seks í kvøld.
Hetta er útsettur dystur. Øll hini feløgini uttan Horsens og Frem hava tveir dystir eftir í hesum kappingarárinum. Hjá Horsens hevur tað hilnast illa seinastu nógvu vikurnar. Tað hevur havt við sær, at teir eru dotnir frá trivaligum oddasessi og aftur á næstfremsta plássið. Um teir tapa í kvøld, so detta teir niður um uppflytingarstrikuna, og so verður Frem nýtt oddalið og harvið rættuliga gott boð upp á annan uppflytingarsessin.
Seinastu vikurnar hevur SønderjyskE verið oddalið. Sunnudagin megnaðu teir bara málleysan javnleik í Ølstykke. SønerjyskE hevur 58 stig, Horsens hevur 57 stig, og Frem hevur 56 stig.
Í vikuskiftinum spældi Fremad Amager - sjálvandi uttan Andrew av Fløtum á liðnum - í Nykøbing á Falster ímóti NFA. Fremad Amager legði rygg til eyðmýkjandi 5-0 tap. Fremad Amager og øll hini feløgini í næstbestu deildini skulu ikki í eldin aftur fyrrenn í vikuskiftinum. Einastu feløgini, sum skulu spæla í kvøld, eru Horsens og Frem, sum hevur fýra bussar við áskoðarum við sær úr Valby og til Horsens.