Jón Rói á blettinum

Føroyski landsliðsspælarin skoraði einsamalla Brøndby-málið, tá danska felagið mikudagin tapti 2-1 fyri bretska Brentford

Fótbóltur

So vita tey í Brøndby eisini av álvara, hvussu vandamikil leikari Jón Rói Jacobsen er.
Føroyski verjuleikarin skoraði nevnliga einasta málið hjá Brøndby, tá donsku meistararnir í venjingardyst máttu lúta 2-1 fyri Brentford. Málið kom eftir bandaspæl vi Karsten Johansen, sum gav Jón Róa møguleika at fara ígjøgnum ensku verjuna, og einsamallur við málverjanum sendi hann bóltin trygt í netið.
Jón Rói, sum annars byrjaði dystin á beinkinum, hevði seinni eisini møguleika at javna, men enski málverjin stórbjargaði, tá føryingurin royndi seg útifrá.
Dysturin móti Brentford var annars hin næst seinasti á venjingarleguni hjá Brøndby. Seinasti dysturin verður móti Premier League felagnu, Charlton, og um hendan dystin sigur Michael Laudrup, at hann fer at byrja við teimum ellivu, sum fara at byrja inni í fyrsta superligadystinum móti Viborg. Roknað verður við, at miðverjan hjá Brøndby tá fer at verða mannað við Dan Anton Johansen og Per Nielsen, meðan Jón Rói í fyrstu atløgu má finna seg í leiklutinum sum eykamaður fyri hesar báðar.