Tað var á venjingarlegu hjá AaB í Turkalandi, at føroyski landsliðsspælarin fekk ein løst í knæið. Talan kann verða um ein álvarsaman skaða, men endaliga kanningin verður ikki gjørd fyrr enn fríggjadagin, og til ta tíð mugu Jón Rói og øll hini bíða eftir endaligum boðum.
Jón Rói hevur áður slitið krossband í knænum, og nú krossa hann og onnur fingrar fyri, at talan ikki verður um slíkan álvarsaman skaða aftur hesaferð.